Í morgun klokkan 10 læt Ide Møblar upp eina nýggja deild í handilshúsinum á Hálsi. Talan er um handilsketuna Kop & Kande.
Kop & Kande hevur næstan hundrað handlar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum við umleið 550 útbúnum starvsfólkum.
Tað var í 1978, at sjálvstøðugir danskir búnýtisseljarar byrjaðu eitt handilssamstarv, sum í 1984 bleiv til Kop & Kande, sum sostatt hevur 30 ár á baki.
Gjøgnum hesi 30 árini hava limirnir gjørt Kop & Kande til eitt konsept við eins søluprofili.
Í handlinum hjá Ide Møblum á Hálsi er nú ein stór deild við øllum sum Kop & Kande hevur at bjóða.
Deildin, sum hevur fingið navnið Koppur & Kanna, læt upp í morgun klokkan 10.










