Koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Havn og á Tvøroyri, flyta nú á Tjaldurs Apotek og á Suðuroyar apotek. Hesum boða myndugleikarnir frá í morgun.
Koppsett verður fyrstu ferð mánadagin 21. mars klokkan 18-20. Koppsetingin fer fram í samstarvi við Sjúkahúsverkið.
Seinastu tíðina hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við Tjaldurs apotek um koppsetingina av børnum, umframt at koppsett hevur verið á á Norðoya og Eysturoyar apoteki.
– Royndirnar eru góðar og samstarvið við Apoteksverkið hevur í allar mátar riggað væl, siga tey úr Landssjúkrahúsinum.
Øll, ið eru 5 ár ella eldri, kunnu lata seg koppseta á nevndu koppsetingarstøðum. Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting á korona.fo.