Nú tað styttist til fráferðina til oyggjaleikirnar, sum verða á Bermuda í døgunum 12. - 19. juli, er við at vera seinasta freist at hugsa um koppseting í sambandi við túrin.
Mælt verður til, at øll, sum fara til Bermuda, og sum steðga har millum eina og fýra vikur, eiga at koppseta seg móti Hepatitis A og Difteri-Stívkrampa.
Koppsetingin móti Hepatitis A skal helst vera framd 14 dagar undan fráferð, og tí er neyðugt at kanna sínar koppsetingar komandi dagarnar og bíleggja tíð hjá lækna, um so er, at tær vantar hana. Hevur tú einaferð fingið hana, er eingin vandi á ferð, tí hon heldur í 30 ár.
Koppsetingin móti Difteri-Stívkrampa skal vera givin eina viku undan fráferð. Kanna tó fyrst um tú hevur fingið hana áður, tí hon heldur í 10 ár.
kelda: De danske lægers vaccinationsservice