Triði hvør ES-borgari sigur "ongantíð" ella "seinni enn í 2021", tá tey verða spurd um, nær tey ynskja at lata seg koppseta móti covid-19.
Tað vísir ein stór kanning, nevnd Eurobarometer.
Sambært kanningini er ivasemi størst á Kypros, har tveir triðingar siga seg ikki vilja lata seg koppseta í ár - og 26 prosent av teimum spurdu siga seg als ikki vilja koppsetast.
40 prosent av teimum spurdu á Kypros siga, at tey vilja lata seg koppseta seinni enn í 2021.
Tilsamans 27.000 fólk hava svarað spurningum í kanningini, sum er gjørd í teimum 27 ES-londunum millum 12. februar og 11. mars í ár og er almannakunngjørd í hesi vikuni.
Men, tað er eisini í øðrum londum, at nógv fólk siga seg vilja lata seg koppseta seinni enn í 2021. Talan er eitt nú Bulgaria, Kroatia, Rumenia og Ungarn.
Í hesum londum er tað minni enn ein av hvørjum fýra, sum vilja lata seg koppseta beinanvegin.
- Hetta undirgrevur málið hjá ES um at røkka floksimmuniteti í ár, sigur ES-nevndarumboðið í Wien, Martin Selmayr, sambært tíðindastovuni, DPA.
Tey, sum eru mest íðin eftir at lata seg koppseta, eru fólk útnyrðingspartinum av ES og í Norðurlondum.
Í Írlandi siga sambært kanningini sjey av hvørjum tíggju, at tey vilja hava eina góðkenda koppseting so skjótt sum gjørligt.
Í Danmark, Finnlandi, Niðurlondum og Svøríki siga fleiri enn 60 prosent tað sama sum fólk í Írlandi.
Tíðindastovan NTB skrivar, at í hesum londum eru tað færri enn seks prosent, sum siga, at tey ongantíð fara at lata seg koppseta.