Koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba

Tað er ótrúligt at lesa, hvussu Tjóðveldi hevur æruna av øllum góðum samtyktum á løgtingi, nú tey sita í andstøðu. Alt ið verður samtykt á tingi, ið ber á jaliga bógvin, ja tað hevur Tjóðveldi, so ella so, æruna av. Men er okkurt mál, ið teimum ikki dámar, ja so hava øll hini skuldina. Besta dømið er fíggjarlógin fyri 2009, ið Tjóðveldi, alt sum tað var, atkvøddi fyri. Tað er teimum at takka fyri, tey jaligu málini, ið vóru samtykt, og restina av fíggjarlógini hava øll hini ábyrgdina av

Viðvíkjandi koppseting móti lívmóðurhálskrabba, so legði Tjóðveldi uppskot til samtyktar hesum viðvíkjandi fyri tingið. Veruleikin er bara tann, at eitt uppskot til samtyktar viðførir onga játtan av sær sjálvum, heldur ikki um tingið samtykkir uppskoti. Undir 1. viðgerð av uppskotinum um koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba, meldaðu allir samgonguflokkarnir út, at peningur skuldi setast av til hetta í 2009.

Undir viðgerðini av fíggjarlógini í fíggjarnevndini var tí avrátt at seta neyðuga peningin av. At upphæddin, ið var avsett er 1 mió, kemur av tí einfaldu orsøk, at á kontuni koppsetingar, har hesin peningur verður játtaður, var ikki øll upphæddin fyri 2008 nýtt, har sá út til at verða eitt avlop. Tí metti fíggjarnevndin, eisini Tjóðveldi, at 1 mió fór at verða nokk til endamáli í 2009 og tí var tað henda upphædd, ið var avsett.

At Tjóðveldi nú førir fram, at tað resta 400 t.kr í til koppsetingina og dyrgja eftir, at tingið vísir vilja til at finna írestandi peningin, er onki minni enn partapolitikkur tá ið hann er best.