Koppseting móti krabbameini

Ein íløga til heilsubót - ein lívsjáttandi íløga til kvinnur og teirra avvarandi

Løgtingið játtaði undan jólum 1 mio. kr. til koppseting móti lívmóðurhálskrabba. Peningurin røkkur til at koppseta gentur í einum árgangi. Tilmælið frá danska heilsustýrinum var at koppseta gentur føddar frá 1993 til 1996, tvs. 3 árgangir.

Sum skilst er tilmælið grundað á, at gentur sum eru eldri helst hava verið kynsliga aktivar, og at koppsetingin tí væntandi ikki hevur fullan virknað fyri tær.

Føroyskir myndugleikar hava boðað frá, at vit eiga at taka danska tilmælið til eftirtektar, sum játtanin á fíggjarlógini tó ikki røkkur til.

 

Ivin gentunum til góða

Støðan er tí ikki virðilig. Koppingarevnið móti lívmóðurhálskrabba er prógvað at vera fyribyrgjandi. Í sjálvum sær er tað ein sólskynssøga, at heilivágur finst, sum kann forða sjúkuni. Tí er tað sjálvsagt, at løgtingið játtar neyðugu upphæddina, sum skal til fyri at fyribyrgja hesi herviligu sjúku.

Løgtingið eigur tó at fara longur enn danska tilmælið, so allar gentur undir myndugleikaaldur og niður til 12 ár kunnu koppsetast í fyrsta umfari.

Tí eigur landsstýrið beinanvegin at biðja um tær uml. 5 mio. kr, sum hetta kostar eyka.

Tilmælið frá danska heilsustýrinum um bert at koppseta 3 árgangir og síðani frá 1. januar 2009 og frameftir allar 12 ára gamlar gentur, eiga vit tí bert at nýta sum vegleiðandi.

Eingin vissa er fyri, at føroyskar gentur í atburði kunnu javnberast við sínar medsystrar í Danmark. Harafturat eigur møguligur kynsligur aktivitetur ikki at gera, at vit skilja gentur frá 16 til 18 ár burturúr, tá tað er staðfest, at virknaðurin av koppingarevninum ikki er so nógv minni fyri henda bólk, at man skal lata vera við at koppseta tær. Ivin eigur tí avgjørt at koma hesum gentum til góða.

 

Lívsjáttandi

Tær 5 mio kr, sum heildarkoppsetingin kostar eyka er eingangsíløga í framtíðina, sum fer at vinna seg fleirfalt aftur í rakstrarsparingum.

18 kvinnur árliga fáa staðfest hetta krabbamein. Verða 5 árgangir koppsettir fleiri enn ætlað, er talan um ikki færri enn 80 kvinnur, sum seinni í lívinum kunnu verða spardar fyri krabbamein. Og tað eru tøl, sum tala.

So her hevur løgtingið møguleika fyri at gera nakað veruliga gott og lívsjáttandi fyri kvinnurnar og teirra avvarandi.

Tí er tilmælið, at landsstýrið skjótast biður løgtingið um neyðugu upphæddina. Undirritaði hevur heitt á landsstýrismannin um at tryggja politiska undirtøku og fáa framt víðkaðu koppsetingarætlanina í verki.