ES hevur júst góðkent eitt koppingarevni móti lívmóðurhálskrabba, og roknað verður við, at donsku heilsumyndugleikarnir fara at góðkenna evnið um ein mánað, soleiðis at tað kann verða tikið í brúk í Danmark. Koppingarevnið verjir móti einum krabbaelvandi virusi, sum smittar við kynsligum sambandi.
Í Føroyum fáa umleið 18 kvinnur árliga staðfest lívmóðurhálskrabba. Verður farið undir at koppseta danskar gentur móti lívmóðurhálskrabba, er lítil ivi um, at hetta eisini fer at standa føroyskum gentum í boði.
Landslæknin, Høgni Debes Joensen, sigur, at hann fer at mæla til, at ein koppsetingarskrá, ið eisini fevnir um lívmóðurhalskrabba, verður sett í gildi í Føroyum, helst samstundis sum í Danmark.
Jansy Gaardlykke, ráðgevi hjá Føroya Felag móti Krabbameini, fegnast um útlitini fyri, at farið verður undir at koppseta móti lívmóðurhálskrabba.