Tað eru ikki øll foreldur, sum taka av almenna tilboðnum um at lata børnini koppseta fyri ávísar herviliga sjúkur.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, upplýsirt Heilsumálaráðið fyri Løgtinginum, at tað eru 94 prosent, ella 576 børn av 613 børnum , sum vórðu fingu Di-Te-KI.Pol-Hib koppsetingina í fjør. Sostatt eru tað 37 børn, sum ikki er koppsett.
Hetta er koppsetingin, sum verjir fyru kighosta, barnalammilsi, stívkrampa, meningitis, og annað.
Samstundis eru tað 90 prosent av børnunum, ella 532 børn av 590, sum fingu MFR koppseting í fjør í sambandi við, at tey vóru 15 mánaðir. Nøkur fáa koppsetingina, tá ið tey eru eldri, og eru tey ikki tald við her.
Hetta er koppsetingin fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar. Tað merkir, at tað eru 58 børn, sum ikki vórðu koppsett.
Annars eru tað ikki meiri enn helvtin av fólkapensjónistunum, sum lótu seg koppseta fyri beinkrím í fjør. Tað merkir, at 3.382 fólkapensjónistar, av 6.811, lótu seg koppseta fyri beinkrími.