Farið verður nú undir at koppseta fólk í vandabólki, ið eru 65 ár og eldri, fyri Influensu A (H1N1). Somuleiðis fáa øll heilsu- og røktarstarvsfólk í næstu viku tilboð um at verða koppsett.
Pandemibólkurin umrøddi á fundi í gjár støðuna í sambandi við H1N1-beinkrímið. Avgjørt var at fara undir at koppseta tey yvir 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av H1N1. Tað siga Landslækning og Heilsumálaráðið í tíðíndaskrivi.
Somuleiðis viðgjørdi bólkurin ætlanirnar fyri koppsetingina av heilsustarvsfólkum og røktarstarvsfólkum. Hesar eru væl áleiðis, og fyrst í næstu viku verður farið undir at bjóða starvsfólkum koppsetingina. Heilsumyndugleikarnir mæla til, at øll heilsu- og røktarstarvsfólk taka av tilboðnum um koppseting fyri Influensu A (H1N1). Um ársskiftið verður farið undir at koppseta onnur, ið á einhvønn hátt eru at metast sum lyklapersónar.
Vandabólkar
Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt. Nærri útgreining av vandabólkum sæst á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, sí www.hmr.fo.
Góð ráð
Tað týdningarmesta í sambandi við at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.
Fólk í vandabólki og tey, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa - eitt nú fáa trupulleikar við at anda - skulu vera serliga ansin og eiga tey at seta seg í samband við egnan lækna, um tey ella onkur í húskinum fáa sjúkueyðkenni.