Tórshavnar kommuna hevur fingið boð um, at meira koppingarevni eftir ætlan kemur til landið í kvøld, og tey fyrstu fólkini á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu verða koppsett fyri koronu í morgin seinnapart.
Starvsfólkini verða tey fyrstu, sum verða koppsett. Og boðini eru tey, at búfólk verða koppsett seinni í vikuni.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur givið øllum starvsfólkum tilboðið at lata seg koppseta, og búfólkini fáa nú somu boð.
Tað gongur skjótt at koppseta, og tí verður væntað, at øll á eldraøkinum eru koppsett rættiliga skjótt.
- Okkara eldru á bústovnunum og starvsfólkini hava bíðað spent eftir hesi løtuni. Nú kemur gongd á, og øll kunnu koma aftur til góða og vælkenda gerandisdagin á bústovnunum. Samlað verða 486 starvsfólk koppsett á røktarheimunum, og øll 207 búfólkini fáa bjóðað at verða koppsett, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu við heimasíðuna hjá kommununi.