Koppingarevnið kann vera vandamikið

Vaksinan ímóti svínakríminum er meiri deyðilig enn krímið sjálvt, og hópkoppseting er uppskriftin til eina katastrofu, siga doktor Mae-Wan Ho og Joe Cummins professor frá ISIS Norska heimasíðan www.fritthelsevalg.org hevur lagt fleiri partar av rapportini hjá Mae-Wan Ho og Joe Cummins út til almenningin at lesa.Tey finnast at, at fleiri lond ætla at vaccinera alt fólkið. Trupulleikin er, at koppingarevnið bert fer at verða roynt í fáar vikur áðrenn tað verður latið út til almenningin. Harvið veit man altso einki um langtíðarárin av koppingarevninum.

Hartil er influensan so mikið mild, at tað er hol í høvdið at koppseta øll. Í Onglandi, sum er harðast rakt av svínakrími, er deyðstalið av H1N1 bara 0,03%. Helst er talið enn minni, tí ikki allir sjúkutilburðir verða skrásettir, tá farið verður upp á sætta tilbúgvingarstig.

Kritikarar siga eisini, at koppsetingar-serfrøðingarnir, sum hava mælt til, at øll skulu koppsetast, eru í lummanum hjá koppsetingar-framleiðarunum, sum fara at forvinna ovurstórar upphæddir, um landsstýrini í ymsu londunum gera av, at øll skulu koppsetast.

Sterkasta argumentið ímóti, at vaccinan ikki skal nýtast er, at tað ikki riggar at koppseta ímóti influensu, og at koppingarevnið beinleiðis kann vera vandamikið.

Professor Hugh Pennington, mikrobiologur, heldur hetta vera eina óhepna og vandamikla gongd. -Við at skerja talið av kliniskum testum, økir Glaxo Smith Kline um vandan fyri einum koppingarevni, sum ikki er rætt doserað, og tað kann føra til eitt koppingarevni, sum ikki verjir móti sjúkuni ella er ótrygt á annan hátt, sigur hann.