- Eg ætli mær als ikki at standa her í evstu løtu og siga, hvussu føroyskur fótbóltur skal skipa seg frameftir. Tað ivist eg ikki í, at onnur eru fult so væl før fyri. Men skal eg koma við einum góðum ráðum, so er hetta, at kappingin verður koppað á.
Soleiðís segði Jens Erik Magnussen, tá hann fyri seinastu ferð tók orðið á aðalfundi hjá FSF.
- Tað er eitt stig, sum tosað hevur verið um í eina tíð, og eg haldi, at mín fatan nú er avgjørd. Eg dugi at síggja nógvar og stórar fyrimunir við einum slíkum stigi, so mín seinasta áheitan til aðalfundin skal verða, at hesin møguleikin nú fær eina gjølla viðgerð, staðfesti Jens Erik.









