Koppaði í vindinum

Tað var fitt av vindi í gjárkvøldið og tað kom óvart á ein bilførara á Velbastaðhálsi. Hann kom koyrandi eftir vegnum, men hann sleipaði ein kampingvogn, og brádliga varð kampingvognurin so tikin av eini hvirlu og koppaði. Eingin fólkaskaði var, men vegurin varð avbyrgdur eina løtu.

 

Løgreglan fekk boð um hendingina og sendi sløkkiliðið at bjarga støðuni og tey fingu so reist kampingvognin aftur so at tað varð koyrandi eftir vegnum aftur.