Kópaskinsjakkar í søguna

Great Greenland gevst um mánaðarskiftið við framleiðsluni av víðagitnu jakkunum.

Teir víðagitnu kópaskinsjakkarnir hjá Great Greenland fara nú í søguna (Mynd: Polfoto)

Tá seymistovan í Qaqortoq letur aftur um mánaðarskiftið, gevst Great Greenland við at framleiða teir víðagitnu kópaskinsjakkarnar.

Fimm fólk eru eftir á seymistovuni, men tey hava sín seinasta arbeiðsdag, tá hesin mánaurin endar, og við teimum endar so eisini hesin parturin av virkseminum hjá Great Greenland.

Teir mongu kópaskinsjakkarnir hava verið sera væl umtóktir í bæði Grønlandi og útheiminum, men nevndarformaðurin í fyritøkuni, Bruno Olesen, sigur við grønlendska kringvarpið, at hetta verður alt søga nú.

Síðani Great Greenland í fjør fór undir rættiliga umfatandi rationaliseringar, eru nógv starvsfólk blivin uppsøgd, og frá byrjanini av 2015 til 1. februar í ár er talið á starvsfólkum farið úr 40 niður í 30.

Grønlendsku fangararnir lótu fyritøkuni 51.000 kópaskinn í 2014, men enn er ikki greitt, hvørjum fíggjarligum standi Great Greenland er í, tí roknskapurin verður ikki almannakunngjørdur fyrr enn í mars.