Kópakonan lokkar fólk í Kalsoynna

5.000 fólk hava vitjað í Kalsoynni í juni mánaði

 

5.000 fólk hava vitjaði í Kalsoynni í juni mánaði í ár. Hetta eru 1.500 fólk fleiri enn sama mánað í fjør. Hetta veit Kringvarpið at siga.

Standmyndin av Kópakonuni, sum Hans Pauli Olsen gjørdi, var avdúkað 1. August í fjør, og sambært Oliver Thomsen, formanni í ferðavinnufelagnum í Kalsoynni, er Kópakonan orsøkin til stóra vøksturin í vitjandi í Kalsoynni.

Olivur Thomsen sigur við Kringvarpið, at Hans Pauli Olsen hevur rakt plett við sínari standmynd, sum fólk hava stóran áhuga í at síggja.

Í august mánaði í fjør vitjaðu omanfyri 6.000 fólk í Kalsoynni.