Kopa Trophy: Tíggju teir bestu ungu spælararnir

Í samband við Ballon d’Or 2021 verður eisini sokallaða Kopa Trophy latið til besta unga spælaran

Í samband við Ballon d’Or 2021, sum verður mánadagin 29. november, verður eisini sokallaða Kopa Trophy latið til besta unga spælaran. Her eru tíggju spælarar í uppskoti.

 

Talan er um fleiri av stjóru stjørnuskotunum, sum spæla í Evropa. Spælarar sum Mason Greenwood og Pedri hava roynt seg á størstu pallunum í Evropa, meðan aðrir eru á veg.

 

Í uppskoti til Kopa Trophy 2021 eru:

 

Jude Bellingham (Ongland, Dortmund) - Jeremy Doku (Belgia, Rennes) - Ryan Gravenberch (Holland, Ajax) - Mason Greenwood (Ongland, Manchester United) - Nuno Mendes (Portugal, PSG) - Jamal Musiala (Týskland, Bayern) - Pedri (Spaina, Barcelona) - Giovanni Reyna (USA, Dortmund) - Bukayo Saka (Ongland, Arsenal) - Florian Wirtz (Týskland, Bayer Leverkusen)