Konur Bin Laden dømdar í fongsul

Tríggjar konur og tvær døtur fyrrverandi yvirgangsleiðaran Osama bin Laden hava fingið fongsulsrevsing í Pakistan fyri at hava búð í landinum uttan neyðug loyvi. Tær skulu sita í fongsli í 45 dagar og harafturat rinda 10.000 rupi í bót.

BBC sigur, at tær fimm hava verið í varðhaldi hjá pakistonsku myndugleikunum í ein mánað, og tí hava tær bara ein mánað eftir av dóminum. Tí verður roknað við, at tær verða fluttar av landinum um fjúrtan dagar.

Tvær av einkjunum eru úr Saudiarabia, og tann triðja er úr Jemen, men tað er ikki greitt, um tær verða sendar hagar.