Konufólkið á Postverkinum fingið búnar

Konufólkið, sum arbeiðir inni á Posthúsunum kring landið, hava nú fingið nýggjan búnað

Profilering


Nokk so skjótt eftir at Postverk Føroya varð yvirtikið, fingu postboðini kring landið eyðkennisbúnar at vera í, táið tey vóru til arbeiðis.
Nú hava so eisini konufólkini, ið arbeiða inni á teimum ymsu posthúsunum fingið eyðkennisbúnar.
Enn hava mannfólkini, sum arbeiða inni á posthúsunum, ikki fingið búnar, men tað skilst at tað er ætlanin sum frálíður.
Á Posthúsinum á Tvøroyri siga tey, at tað hevur reiðiliga leingi verið í umbúna at útvega eyðkennisbúnar til starvsfólki og ein nevnd hevur arbeitt við málinum meiri og minni í fleiri ár.
Teir nýggju búnarnir eru útvegaðir ígjøgnum Abilit í Havn, sum hevur verið umboð og teir eru seymaðir í Svøríki.