Jákup á Dul Jacobsen, føroyskur vinnulívsmaður í Íslandi og faðir at Stórutjørn verkætlanini, heldur tað vera ein ovurhondsstóran trupulleika, at fólkatalið í Føroyum stendur í stað og at 2000 kvinnur eru í undirskoti.
- Um Føroyar ikki blóma, so blóma vit heldur ikki. Tí er tað avgerandi fyri okkum, at landið er í vøkstri, sigur Jákup á Dul Jacobsen um Stórutjørn. Hann greiðir frá, at vantandi fólkavøksturin ger marknaðin minni spennandi, og tí taka fyritøkur sum Kaupthing Bank seg úr landinum. Og hóast Jákup á Dul Jacobsen heldur tað vera keðiligt fyri Føroyar, so er tað er væl skiljandi.
– Í longdini er tað helst ov nógv arbeiði av at hava ein banka í einum so lítlum landi. Og um teir síggja, at teir fáa meira burturúr við at gera íløgur onkra aðrastaðni, so gera teir tað, sigur hann við Rás2.
Eftirlýsir vøkstur
Jákup á Dul Jacobsen hugleiðir um, at í 90’unum vóru úti við 50.000 fólk í Føroyum, meðan tað vóru eini 250.000 í Íslandi. Síðani hevur fólkatalið verið óbroytt í Føroyum, meðan talið er hækkað til 312.000 í Íslandi, ella 6.000 fólk árliga síðstu árini.
- Vuksu Føroyar við til dømis 1000 fólkum árliga, so vóru fortreytirnar nógv øðrvísi, eitt nú við meira virksemi, ný- og útbyggingum og meiri flúgving upp á landið, sigur Jákup á Dul Jacobsen. Hann vísir á, at tá høvdu eini 70.000 fólk búð í Føroyum um 10-15 ár, og grundarlag kundi verið fyri tveimum flogfeløgum og nógv betri tænastum sum heild.
Kortini roknar Jákup á Dul Jacobsen við at seta spakan í til Stórutjørn í august í ár.
Kvinnurnar skulu føða børnini
Kveik.fo hevur roknað uppá nýggjastu fólkahagtølini, sum tala sína greiðu søgu: Undirskotið av ungum kvinnum er munandi størri enn miðalhagtøl geva fatan av. Serliga mangla kvinnur í aldrinum frá 20 til 35 ár. Hesir aldursbólkar fevna eitt nú um árini, tá ið fólk nema sær útbúgving, seta búgv, fáa børn og leggja sær sína yrkisleið.
- Um tað “normala” er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár. Í aldursbólkinum 20 til 64 ár resta 2000 kvinnur í, stendur á heimasíðuni hjá Kveik.fo.
Eisini verður sagt, at tað eru færri kvinnur enn menn í øllum aldursbólkum, inntil vit koma uppum 70 ár. Tá vendir myndin, og kvinnurnar gerast fleiri í tali, tí teirra miðallivialdur er munandi hægri enn hjá monnunum.