Kontri kvøld í REX

Hetta fríggjakvøldið er kontrikvøld í REX, og tosar tú um føroyskt kontri, slepst ikki uttanum Vestmanna, tí er oddamaðurin í bólkinum, sum fer at fylla REX við kovboyhattum og luktinum av neytum, sjálvandi ein vestmenningur, Jóan Magnus Danielsen.

Bólkurin hjá Jóan Magnusi Spaðar 5 stendur fyri tónleikinum, men sum um Jóan Magnus ikki var nóg kontri, so er ein tann besta føroyska kvinnuliga kontrirøddin eisini við, tí Sølva Ford er serligur gestur hetta kvøldið.
Leygarkvøldið spælir sami bólkur sama stað, tó uttan Sølvu og ikki í kontrihami, men sum vanligur dansibólkur.