James Olsen og Eyðfinn Drewsen skulu dystast ímóti Meinhard Jensen og Birgir Kruse Ì kvøld kl. 19.05 verður ein sera forkunnug innleiðandi kapping í spurnarkappingini ?á Quiztinum?, sum Gunnar Nolsøe skipar fyri á útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Gunnar Nolsøe hevur lagt herðslu á, at kontrastirnir skulu møtast í teimum fyrstu umførunum, og kappingin í kvøld er eitt plettskot í so máta. Annað liðið er mannað við vertunum frá ?Morgunroðanum? á Rás2, James Olsen og Eyðfinn Drewsen. Hitt liðið er mannað við tveimum monnum, sum standa frammaliga innan mál og mentan, nevnliga Meinhard Jensen og Birgir Kruse.