Neistin-StÍF 28-23 (12-11)
Neistin vann seg aftur á annaðplássið í Sunset-kappingini, tá tær í dag vunnu á StÍF.
Fyri steðgin var talan um ein javnan dyst, har hvørgin parturin av álvara fekk skrætt seg leysan.
Tað fingu tær bláu tó eftir steðgin. Fyrstu 10 minuttirnar kom verjan veruliga upp á tærnar, og so kundu tær við kvikum kontra-spæli veruliga punktera StÍF.