Kontrarevulutión?

Kann ikki lata vera við at koma við einari  viðmerking til landsstýriskvinnuna  Anniku Olsen,sum setti eldraráðsrevnuna 2014.

Hon segði at tað at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar januar 2015 er størsta sosiala frambrot í nýggjari tíð her í Føroyum.

Blóðskeivt!!

Fyri tað fyrsta so er henda ætlan so grundleggjandi full av feilum, har tann allarringasti er at tað verður  heilt upp til politikararnir í teim 8 sosialøkunum at avgera um tillutaði peningurin verður nýttur til sosialøkið ella til eitt havnalag t.d .fyri at siga tað nokk so fýrkantað.

 

At leggja eldraøkið út til kommununar skapar A og B økir í landinum.Á fundinum vísti fleiri køn fólk á, at eldralógin er bara ein rammulóg og so gott sum onki annað. Sostatt eru ongi minstamørk fyri,hvørjar tænastur økini skulu veita sínum eldru borgarum, og verður ikki tespiligt at gerast eldri í einum veikum B-øki.

Nei hetta er als ikki størsta frambrot á sosialøkinum.

Tað var harafturimóti tá fólkapensiónslógin varð sett í gildi í 1959.

Hetta var ein lóg sum var uttan lýtir og sum kom øllum borgarum til góðar tá teir náddi 67 ára aldur.

Hesa skipan hava so gott sum allir landsins politikarar síðan ”útholað”

Hesa skipan, hesa fólkapensión, ætlar Fólkaflokkurin, og eftir øllum at døma eisini Sambandsflokkurin, at avtaka.

Hetta kalli eg eina kontrarevulutión  ímóti sosialrevulutiónini frá 1959.

 

Dagin eftir ráðstevnuna sigur Jørgin Niclasen bart út at, fyri tey sum eru undir núverandi skipan, verður ongin broyting onnur enn at tann sum vil hava meira at liva fyri, skal arbeiða fyri tað - hini fáa onki!

Góður fólkaflokkspolitikkur sum glíðir væl niður hjá Anniku Olsen!

Hetta samstundis sum vit vita, at tey sum bara hava fólkapensiónina og samhaldsfasta at liva fyri, liva langt undir fátækramarkinum og at grundarupphæddin í fólkapensiónini ikki er uppregulerað í 15 ár.

Sostatt skal sama krónutal strekkja til lívsins uppihald, sum fyri 15 árum síðan.

 

Men Annika  og Jørgen kundu ikki droymt um at hækka pensiónina eitt vet hjá hesum borgarum, tí tey gomlu kunnu bara arbeiða til tey hokna. Hetta eru boðini!

 

PS: Fari seinri at afturvísa skeiva páhaldið hjá Jørgen Niclasen um at vit ikki hava ráð longur til fólkapensiónsskipanina.