BankNordik fer í heyst at gevast at senda brøv til kundar sínar. Framyvir skal alt skrivligt samskifti við kundarnar vera umvegis netbankan. Broytingin kemur í gildi 1. oktobur í ár.
- Fleiri kundar hava biðið um at sleppa undan brøvunum og samstundis síggja vit, at hetta hevur nógvar fyrimunir við sær, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
- Hetta er ein nógv skjótari samskiftisháttur. Boðini koma út til kundan beinanvegin, tí at har er eingin millumliður millum okkum og kundan, sigur hon.
Hon vísir á, at við vanligum posti er tað eisini ein avbjóðing, at fólk ikki lesa brøvini, sum tey fáa frá bankanum, onkuntíð boða kundarnir ikki frá, tá teir flyta, og tá kann blíva trupult at fáa fatur á teimum, um bankanum tørvar eitt orð á tey.
Hon sigur, at hóast BankNordik sjálvandi fer at spara nakað í porto við hesi broytingini, so er tað ikki høvuðsorsøkin til at bankin nú fer yvir til einans at nýta elektroniskt samskifti.
- Týdningamesta orsøkin er, at hetta styttir um frástøðuna millum kundan og bankan. Vit fáa skjótari fatur á kundanum og kundir fær skjótari fatur á okkum, sigur Turið F. Arge.
- Ein annar fyrimunur er, at kundin nú fær eitt greitt arkiv yvir alt samskifti við bankan, so øll gomul brøv er lætt atkomilig hjá kundanum, sigur hon.
Elektroniska samskifti verður alt umvegis netbankan. Orsøkin til hetta er, at netbankin er ein tryggari samskiftisháttur enn vanligur teldupostur. Um ein ikki hevur netbanka, verður samskifti umvegis MínBoks.
- Onkur hevur spurt, um vit ikki kunnu samskifta umvegis teldupost, men har vísa vit á, at telduposturin ikki er ein so trygg samskiftistøkni. Tað er tó gjørligt at fáa eina áminning sendandi til teldupostin ella sum sms til telefonina, tá tú hevur fingið eitt bræv í netbankan, sigur hon.
Um fólk kortini vilja framhaldandi fáa brøv frá bankanum, ber tað til, men fyri ein kostnað. Sambært rakstrarstjóranum fer tað at kosta 20 krónur um mánaðin.
Ung og gomul eru undantikin
Hon ásannar, at hetta kann vera ein avbjóðing fyri nakrar aldursbólkar, men tí eru eisini undantøk í skipanini.
- Børn undir 18 ár skulu ikki gjalda fyri postin, eins og at fólk fødd áðrenn 1. januar 1945 heldur ikki skulu rinda, sigur Turið F. Arge.
Landsfelag Pensjónista hevur gjørt vart við sína ónøgd um ætlaðu broytingarnar. Turið F. Arge vísir kortini á, at nógv eldri fólk eru somikið teldukøn, at tey ikki fara at merkja stórvegis mun.
- Fólk kunnu velja at fáa brøvini sendandi, um tey ynskja, men nógv teirra nýta longu netbankan og eru von við at samskifta umvegis hann. Ein rættiliga stórur partur av okkara kundum, eisini teimum eldru, nýta netbankan, so fyri nógv teirra er talan ikki um nakað nýtt, sigur hon.
Turið F. Arge sigur, at fundir hava verið millum Landsfelag Pensjónista og bankan, fyri at greiða frá hesum broytingunum.
- Vit hava verið úti og víst teimum, hvussu netbankin virkar og hvar tey finna samskifti á telduni. Vit hava eisini bjóðað okkum at koma út til lokalfeløg teirra og undirvísa limunum í at nýta netbankan, sigur hon.
- Tað er heldur ikki soleiðis, at allir pensjónistar eru eins. Nógvir pensjónistar eru vanir at arbeiða við teldu og nógvir teirra brúka longu netbankan. So pensjónistarnir eru longu nú nógv meiri talgildir enn teir vóru fyrr. Hinvegin, øll, sum ynskja tað, kunnu framvegis fáa brøvini sendandi, og fyri tey elstu er tað eisini framvegis ókeypis, sigur hon.
Ben Arabo, forstjóri í Betri, sigur í stuttari viðmerking, at fyribils hevur Betri Banki ikki umrøtt at gevast at senda kundum sínum brøv við postinum.









