Kontantgjaldið setir børnini í eina truplari støðu

? At foreldur eru heima hjá børnum til tey eru ársgomul ger, at møguleiki teirra er nógv verri at sleppa á stovn, sigur Marita V. Rasmussen frá foreldrafelagnum

Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevði fund við Elina Lindenskov, formann í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð mánadagin um stóra akutta barnaansingartrupulleikan í Havn. Felagið hevur mótmælt ætlanini hjá býráðnum at veita foreldrum kontantgjald fyri at ansa børnum heima. Endamálið við uppskotinum er at minka um bíðilistan, men hóast formaðurin í sosialu nevnd ikki roknar við, at kontantgjaldið fer muna, er hon undir trýsti frá Fólkaflokkinum í Býráðnum noydd at ganga við til hetta uppskotið, skal útbyggingin av barnagarðinum á Flat ikki detta niðurfyri.

Aftaná fundin við formannin í sosialu nevnd, samtykti foreldarafelagið at biðja ein sakførara hyggja at málinum fyri at vita, um kommunan hevur loyvi sambært heimildum tess at fara undir at veita foreldrum pengar.

? Tað er sannlíkt, at ætlanin at veita foreldrum kontantstuðul ikki er í samsvari við lógina. Finnur sakførari okkara út av, at hetta stríðir ímóti lógini, fara vit at biðja Kommunalaeftirlitið at kanna málið, sigur Marita V. Rasmussen í nevndini í foreldrafelagnum.

? At foreldur eru heima hjá børnum til tey eru ársgomul ger, at møguleiki teirra er nógv verri at sleppa á stovn, tí stovnarnir taka bara inn eina ferð um árið og tá skulu børnini vera hálvt ár.

? Kontantgaldið ger, at ein 1,2 mill. kr. verða blakaðar út gjøgnum vindeygað til tey, ið framman undan hava ráð. So verða tað nøkur sum koyra í 1. klassa, meðan tann størsti parturin einki fær, sigur Marita V. Rasmussen.


Framstig

Á fundinum við formannin í sosialu nevnd kom fram, at Tórshavnar Býráð fyrst og fremst gongur inn fyri loysnum á barnaansingartrupulleikanum í Havn, sum líkjast útbyggingum, tað vil siga íløgur í hús, sum kommunan eigur heldur enn í leigað høli.

? Okkum varð lovað á fundinum, at Býráðið ger eina formliga avtalu við Sjónleikarhúsið um leigan av hølum til barnagarð, áðrenn farið verður undir at byggja. Tað sigur seg sjálvt, at Sjónleikarhúsið ikki kann fara at byggja út til barnagarð uttan at vita, um Býráðið vil leiga frammanundan. Trupulleikin er so, at nú eru ikki pengar til endamálið, sigur Marita V. Rasmussen.


Virkið felag

Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn er eitt virkið felag. Tað fer framhaldandi at arbeiða fyri, at fleiri ansingarpláss verða stovnað, og hyggja nærri at teimum alternativu loysnunum, sum eru komnar.

? Vit ætla at gera felagið meiri sjónligt. Vit eru alt ov fá, og tað er løgið, tá ið so nógv eru í teirri støðu, at tey ikki fáa børnini ansað. Ætlanin er at skipa fyri pallborðsfundi um barnaansingartrupulleikan, sigur Marita V. Rasmussen.

Felagið heldur, at núverandi skipanin við atliti til upptøkukrøvini til dagrøktarskipanina og dagstovnarnar er órættvís og tí eigur at verða endurskoðað.

? Skipanin skapar ónøgd, tí nógv føla seg órættvíst viðfarnan. Eingin fær at vita, hvat nummar á bíðilistanum tey eru. Upptøkutreytirnar eru frá 1985 og tí er tíð at hyggja at teimum aftur, sigur Marita V. Rasmussen.

Á aðalfundinum hjá foreldrafelagnum 4. apríl, varð nýggj nevnd vald. Nevndin hevur skipað seg við Elini Olsen sum formanni, Heidi Magnussen sum næstformanni, Maibritt Egholm sum kassameistara, Gunn Møller sum skrivara og Maritu Rasmussen.