Ætlanin hjá Tórshavnar Býráð at veita foreldrum kontantgjald fyri at ansa børnum heima er sambært ónevndari keldu, sum kortini er væl inni í hesum viðurskiftum, ólóglig. Sambært kelduni fer Býráðið út um heimildir, tað skal virka undir.
? Eftir røttum áttu Kommunala Eftirlitið og Almanna- og Heilsustýrið at gjørt vart við seg í hesum føri. Kommunan skal virka innan fyri kommunulógina, kommunufullmaktina, siðvenju og skrivligar reglar, og arbeiða við pengum og tænastum eftir lóggávu uttanifrá. Barnaansing er ein skylda og uppgáva hjá tí almenna, sum hevur ásett, hvussu nógv skal veitast á ansingarøkinum. Tað almenna hevur áður verið inni á økinum við at geva tilskot til barnafamiljur, men tað varð tikið av. Kommunur kunnu ikki sjálvar fara inn og gera sínar egnu reglar á hesum øki og tí vil eg halda, at ætlaða kontantgjaldið er ólógligt. Eg kenni ikki dømi aðra staðni frá, at kommunur kunnu gera egna lóg um barnatilskot, sigur ónevnda keldan.
? Tískil hevur foreldrafelagið, sum sigur at peningur verður mótroknaður á Almannastovuni hjá teimum foreldrum, sum eru undir forsorgarhjálp vegna vantandi arbeiði, rætt, sigur ónevnda keldan.
Søren Pram Sørensen í Kommunala Eftirlitinum vil ikki gera viðmerkingar til málið, um kontantgjaldið, ið Tórshavnar Býráð er í holt við at seta í verk er lógligt ella ólógligt. Verður tað tikið upp til viðgerðar, verður tað í samráð við Almanna- og Heilsustýrið í Tinganesi, sigur hann.