Yvirskriftirnar í dag hava boðað frá, at Javnaðarflokkurin hevur hótt við at slíta samgonguna. Í meðan hevur Javnaðarflokkurin sitið saman við hinum samgonguflokkunum á konstruktivum fundum um neyðugar tillagingar, so sleppast kann undan, at sparingar raka tey veikastu í samfelagnum.
Tað er rætt, at Javnaðarflokkurin hevur biðið um at fingið broytt skránna fyri regluliga fríggjadagsfundin í lítlu samgongu, soleiðis at tað millum annað bar til at viðgera nakrar av sparingunum, sum eftir okkara tykki raka skeivt og tí ikki eiga at verða gjøgnumførdar.
Men støðan í samgonguni hevur ikki verið hættislig og neyðugt hevur ikki verið at hótt við at slíta samgongusamstarvið. Klandur og stríð er ikki vørumerkið hjá hesi samgonguni.
Tað er ongin loyna, at Javnaðarflokkurin hevur verið alt annað enn nøgdur við ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum. Hetta hava vit viðgjørt leypandi í tingbólkinum alla vikuna – eisini saman við landsstýriskvinnuni á økinum og við ymiskum fakfólkum á økinum.
Tí heittu vit á hinar báðar flokkarnar í samgonguni, um at fáa ætlaðu skránna hjá lítlu samgongu ruddaða og í staðin at fáa hesi viðurskifti á dagsskrá. Hetta ynski varð beinan vegin og uttan trupulleikar eftirlíkað, og allan dag hava vit viðgjørt hetta evnið.
Tað er enn ikki komið endaliga á mál við arbeiðinum. Men tað er í dag greitt, at flokkarnir hava eina felags fatan av, hvørjir trupulleikarnir eru, ið krevja loysnir sum skjótast.










