Fyrradagin var fyri fyrstu ferð skipað fyri einum konslatiltaki, har konslarnir í Føroyum fingu høvi at skifta orð um felags áhugamál Við til tiltakið vóru eisini íslendski sendiharrin, danska ríkisumboðið og uttanríkisráðharrin Jørgen Niclasen
Í síni røðu greiddi uttanríkisráðharrin frá, hvussu uttanríkistænastan er skipað, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur innan uttanríkismál. Eisini vísti ráðharrin á, at tað er týdningarmikið at vit styrkja bondini við umheimin, eisini við at menna samstarvið við tey 14 útlendsku umboðini í Føroyum
Umframt ríkisumboðsmannin Dan Knudsen og íslendska sendiharran Eiður Gudnason eru í løtuni 12 konslar í Føroyum:
Annfinn V. Hansen, týskur aðalkonsul
Árni O. Dam, rusiskur aðalkonsul
Bjørn á Heygum, svenskur aðalkonsul
Dennus Hentze, brasilskur konsul
Johan Páll Joensen, estlendskur konsul
Julianna Klett, franskur konsul
Julianna Leonsson, hollendskur konsul
Magni Arge, italskur konsul
Petur Even Djurhuus, norskur aðalkonskul
Poul Michelsen, finskur aðalkonsul
Tummas Hanus Dam, bretskur konsul
Uni Danielsen, grikskur konsul