Konsetbilurin Opel Antara GTC

Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september 2005 varð ein heilt nýggjur Opel Antara GTC konseptbilur sýndur fram.


Talan er um ein sonevndan SUV (Sport Utility Vehicle) við sermerktum sniði og trimum hurðunum. Frá síðuni av sær bilurin út sum ein coupá við rútum uttan rammur.
 
Lyktirnar eru av teimum nýggjastu við ljósdiodum, sum minna um lýsandi perlur. Diodurnar hava longri livitíð og reagera skjótari enn vanligar perur.

Takið á Antara GTC líkist tí ið fæst sum eykaútgerð til nýggja Opel Zafira - við tveimum glasrútum gjøgnum alla longdina á takinum. Hetta gevur sera gott ljós í kabinuni.
 
Hóast Antara GTC sær út sum ein "off-roadari", er talan meira um ein bil til vanliga koyrivegin.