Amerikanski forsetin George Bush stendur sterkari eftir miðvalið til kongressina týsdagin. Republikanski flokkurin økti meirilutan í Umboðsmannatinginum, sum er annað kamarið, og harafturat er tað helst eydnast republkanska flokkinum at fá meiriluta í Senatinum, sum er fyrsta kamarið í kongressini, ella samveldistinginum.
Um endaliga úrslitið verður hetta, sum higartil er frætt úr USA, so er George Bush tann triði forsetin, sum er komin styrktur frá einum miðvali - tað er kongressvalið miðskeiðis í forsetavalskeiðnum. Hinir eru Franklin D. Roosvelt og Bill Clinton. Og hann er bara triði forsetin, sum hevur varðveit meirilutan í Umboðsmannatinginum. Hinir eru Eisenhover og Reagan
Úrslitið á amerikanska valinum merkir, at amerikanski forstein kann fremja sín politikk í verki uttan stórvegis mótstøðu. Eygleiðarar rokna tí við, at eitt kríggj móti Irak nærkast. USA kann virka meira sannførandi í samskiftinum við onnur lond - t.d. við sínar sameindu í Evropa - eftir sigurin, og lata eitt hánt um eitt møguligt veto í trygdarráðnum í ST.
Innanríkispolitiskt kann amerikanska stjórnin seta skattalættar í verk fyri tey vælbjargaðu, sum George Bush lovaði í valstríðnum fyri tveimum árum síðani. Harafturat kann stuðla teimum privatu skúlunum og loyva oljuvinnuni at virka í økjunum, sum hava eitt viðbrekið umhvørvi. Hesum hava demokratarnir higartil forðað fyri.
Eisini kann hann tilnevna fleiri dómarar, sum demokratarnir hava kunnað forðað higartil. Serliga verður hugsað um dómararnar til hægstarætt, sum verða valdir fyri lívið og ávirka politikk og samfelagslívið langt eftir at forsetaskeiðið er runnið.
V.ø.o. hevur George Bush vunnið eitt ógvuliga týdningarmikið valstríð fyri republikanska flokkin og tann konservativa partin av USA. Hetta var ikki væntandi miðskeiðis sísða ár, tá forsetin stóð seg illa, og tann viknandi búskapurin skapri trupulleikar. Men forsetin hevur ment støðu sína eftir 11. september, m.a. í stríðnum í mótialtjóða yvirgangi. Hetta evnið evur verið nógv frammi í valstríðnum, men tað hevur snúð seg meiri um innnlendsku trygdina, siga eygleiðarar úr USA.
Hetta hevur verið gott valagn, og veljarar hava heldur gloypt tí enn ávaringunum hjá demokratunum um tann vánaliga búskapin. Demokratiski flokkurin hevur ikki megnað at reka eitt sannføradni valstríð, eins og republikanarnir hava gjørt.Tað er óivað ein orsøk til at republikanarnir øktu meirilutan í umboðsmannatinginum úr 223 upp í 226 tinglimir av teimum 435 limunum og helst fáa meirlutan í Senatinum, har flokkarnir frammaundan høvdu eins nógvar senatorar, 49.
Samanumtikið vunnu teir konservativu republikanarnir, og tað kann skapa størri sosiala ójavnvág í USA, har støðan frammanundan ikki er góð hjá amerikanska undirklassanum.









