Stjórnarflokkurin AKP fær stóran meiriluta í turkiska tjóðartinginum aftan á valið í dag. Tá 85 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði tann muslimski AKP fingið næstan 48 prosent og 331 av teimum 550 sessunum í tinginum.
Tað merkir, at stjórnarflokkurin hevur meiri enn tvær ferðir so nógvar tinglimir sum tann størsti andstøðuflokkurin.
43 milliónir turkar høvdu rætt at atkvøða í dag.









