Tá helmingurin av atkvøðunum frá tjóðartingsvalinum í Grikkalandi í dag vóru taldar í kvøld, hevði tann konservativi flokkurin Nýtt Demokrati tryggjað sær 29,5 prosent av atvøðunum. Harðasti kappingarneytin, tann vinstrasinnaði flokkurin Syriza, hevði fingið 27,1 prosent.
Úrslitið merkir, at grikska tjóðartingið fær ein meiriluta, sum tekur undir við avtalunum, sum landið hevur gjørt við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin.
Formaðurin í Syriza, Alexis Tsipras, viðurkendi í kvøld ósigurin, samstundis sum hann ynskti tí konservativa formanninum, Antonis Samaras, tillukku við sigrinum.
Tann sosialistiski flokkurin Pasok hevur fingið 12,3 prosent av atkvøðunum, og formaðurin, Evangelos Venizelos, sigur, at flokkurin er til reiðar at skipa samgongu saman við tí konservativa flokkinum, um aðrir flokkar á vinstravonginum eru við í samgonguni.