Konservativa Demokratiska Fylkinginin (HDZ) hevur vunnið 63 sessir í kroatiska tjóðartinginum.
Hesum boðar valnevndin frá, eftir at 14 prosent at atkvøðunum eru taldar.
Fráfarandi Javnaðarflokkur, undir leiðslu av Zoran Milanovic, forsætisráðharra, fáa 52 sessir í nýggja tjóðartinginum.
Tjóðarsjónvarpið segði beint eftir at valstøðini lótu aftur, út frá kanningum á valstøðum, at ráðandi Javnaðarflokkurin og konservativi mótstøðuflokkurin, HDZ, fóru at verða javnt stórir.
Fimm aðrir flokkar eru eisini komnir um sperrumarkið upp á fimm prosent. Tilsamans eru 151 sessir í kroatiska tjóðartinginum.
Í valstríðnum hava teir 4,4 milliónir veljararnir havt størstan áhuga fyri búskaparligum spurningum eins og handfaringina av flóttafólkakreppuni.
Mið- vinstrastjórnin, sum hevði valdi fyri valið, var undir leiðslu av Zoran Milanovic úr Javnaðarflokkinum.
Tann Patriotiska Fylkingin verður leidd av HDZ, sum fyri valið var størsti andstøðuflokkur. Formaður í flokkinum er Tomislav Karamarko.
Síðani miðskeiðis í september eru yvir 330.000 flóttafólk undan kríggi og fátækadømi í millum annað Sýria og Irak komin til Kroatia.
Tann høgrasinnaði HDZ, sum leggur stóran dent á tjóðskaparligan samleika og familjuvirði í tí sum heilt katólska Kroatia, hevur skýrt samgongustjórnina hjá Zoran Milanovics, forsætisráðharra, fyri at hava veika leiðslu undir flóttafólkakreppuni, skriva Ritzau og Reuters.










