Í nátt kunngjørdi Donald Trump, forseti, sítt val til at fylla tóma plássi í hægstarætti í USA. Valið fall á 49 ára gamla Neil Gorusch, sum í løtuni er dómari í kærudómstólinum. Hann er útbúgvin frá Columbita University, Harvard og Oxford.
Eitt pláss hevur staðið tómt í hægstarætti síðani Antonin Scalia lat lív í fjør. Barack Obama ætlaði at nevna Merrick Garland sum nýggjan hægstarættsdómara, men republikanararnir í senatinum forðaðu tí.
Nógv stríð er altíð um hægsta rætt í USA. Hægsti rættur er einasti myndugleiki, ið hevur heimild at tulka grundlógina í USA. Tí er altíð eitt stríð millum konservativu og liberalu kreftirnar um, hvussu samansetingin av hægsta rætti skal vera.
Í løtuni eru fýra dómarar, sum verða mettir sum konservativir og fýra, sum verða mettir sum liberalir. Antonin Scalia, sum doyði í fjør, varð mettur sum konservativur, meðan Merrick Garland varð mettur sum meiri liberalur. Nýggja valið hjá Donald Trump, Neil Gorusch, verður eisini mettur at hoyra til teir konservativu. Hægstarættsdómarar eru útnevndir fyri lívið ella inntil teir sjálvir leggja frá sær. Tí fær útnevningin av hægstarættsdómarum langtíðaravleiðingar fyri USA.
Hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri amerikanska samfelagið, millum annað í málum sum fosturtøku, hjúnabandslógini og rættinum at bera vápn. Umframt at teir konservativu nú varðveita meirilutan, so er sannlíkt, at Donald Trump sleppur at velja ein hægstarættsdómara afturat. Ruth Bader Ginsburg, ein av liberalu dómarunum, er vorðin 83 ára gomul, og um hon leggur frá sær meðan Donald Trump er forseti, verður býti í hægsta rætti væntandi 6 – 3 til teir konservativu.
Júst hetta, valdið at útnevna hægstarættsdómarar, var brúkt sum ein grundgeving hjá nógvum konservativum í USA at atkvøða fyri Donald Trump til forsetavalið, hóast nógv við honum annars beyð fólki ímóti.
Neil Gorusch skal tó góðkennast av senatinum fyrst. Demokratarnir hava boðað frá, at teir skulu hevna seg fyri, at Barack Obama ikki slapp at útnevna dómaran, áðrenn hann fór frá. Onkur demokratiskur senatorur hevur sagt, at hann metir tað, sum um republikanararnir hava stolið hetta plássið frá demokratunum.
Tó so, demokratarnir kunnu stríðast sum úlvur á skóg. Í síðsta enda eru tað tølini, sum avgera, og við tað, at republikanararnir hava meirilutan í senatinum við 52 senatorum. 46 senatorar eru demokratar, meðan tveir eru leysgangarar, men atkvøða yvirhøvur saman við demokratunum. Tí er mest sannlíkt, at Neil Garusch verður næsti hægstarættsdómarin í USA.