Tey í Konservativa Fólkfalokkinum hava ein serligan trupulleika í dag. Tey eru boðin upp í stjórnina hjá Lars Løkke Rasmussen. Tað merkir eisini fyri flokkin, at hann skal hava nakrar ráðharrar. Sum tað ljóðar, fær flokkurin tríggjar ráðharrar.
Men fokkurin hevur bara seks fólkatingsumboð. Tað merkir, at um trý teirra gerast ráðharrar, so standa tríggir fólkatingssessir hjá flokkinum tómir. Tí í Danmark hava tey ikki somu skipan, sum í Føroyum, at ein ráðharri leggur tingsessin frá sær í somu løtu, hann tekur við sum ráðharri.
Í Danmark leggja ráðharrar, sum eru valdir í Fólkatingið, ikki tingsessin frá sær. Tey hava havt eina skipan við, at ráðharra kunnu fáa varamann fyri seg – uttan at missa tingsessin. Men hendan skipanin er ikki galdandi longur.
– Tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki hava ein fólkatingsbólk við trimum umboðum. Hasum skulu vit finna eina loysn uppá, og tað gera vit, segði Søren Pape Poulsen á veg inn til samráðingar við Lars Løkke Rasmussen.
Enn er nýggja stjórnin ikki skipað og tískil heldur ikki greitt, um ráðharrarnir hjá Konservativa Fólkaflokkinum koma úr tingbólkinum. Men sannlíkt er, at minst tveir av trimum verða valdir millum fólkatingsumboð floksins.










