Flokkurin hjá Alberto Nunez Feijoos, PP, fekk flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum í Spania, men kann ikki skipa meiriluta sum er – heldur ikki við flokkinum Vox. - Foto: Juan Medina/Reuters

Konservativur sigur í Spania: Truplar samráðingar fyri framman

Sjálvt um Partido Popular (PP) verður størsti flokkur, eru útlit fyri truplum stjórnarsamráðingum.

Flokkurin hjá Alberto Nunez Feijoos, PP, fekk flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum í Spania, men kann ikki skipa meiriluta sum er – heldur ikki við flokkinum Vox. - Foto: Juan Medina/Reuters

Leiðarin í konservativa flokkinum Partido Popular (PP) Alberto Nunez Feijoo hevur í nátt boðað frá valsigri í Spania.

Tá 99 prosent av atkvøðunum vórðu taldar stendur flokkurin at gerast størstur, skrivar tíðindastovan AFP. Flokkurin fær 136 tingsessir. Tað er ein stór framgongd við 47 sessum í mun til seinasta val í 2019.

– Sum umboð fyri flokkin, sum hevur fingið flestar sessir, haldi eg, at tað er mín skylda at royna at skipa stjórn, sigur Alberto Nunez Feijoo.

Fyri at fáa meiriluta krevjast 176 av teimum 350 sessunum í undirhúsinum í tjóðartinginum.

Alberto Nunez Feijoo og flokkur hansara skulu tí hava stuðul frá restini av høgraveinginum fyri at kunna skipa stjórn. Tað sýr seg um høgraflokkin Vox og tess tinglimir, sum eru áhugaverdir fyri PP.

Men teir báðir flokkarnir hava ikki meiriluta einsamallir, tá Vox hevur mist 19 sessir í mun til valið í 2019 og hevur fingið 33 sessir. Tað gevur teimum báðum flokkunum 169 sessir í undirhúsinum.

Út frá tí staðfestir sosialistiski forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchéz, at tað er miseydnað hjá høgraveinginum.

– Tann afturlítandi vongurin, sum vildi rulla aftur øll framstig, vit hava staðið fyri seinastu fýra árini hevur miseydnast.

– Afturávendi blokkurin við Partido Popular og Vox hevur tapt, sigur Pedro Sanchéz av høvuðsstøðini hjá Sosialistaflokkinum í Madrid.

Sosialistaflokkurin, PSOE, hevur fingið 122 tingsessir. Sumar, sum liggur vinstru megin PSOE, hevur sambært spanska blaðnum El Pais fingið 31 sessir.

Tilsamans hava teir báðir vinstraflokkarnir 153 tingsessir.

Tá hvørgin av blokkunum kann skipa meiriluta av atkvøðunum til teir fýra størstu flokkarnar, eru útlit fyri trupulum stjórnarsamráðingum.

Eisini eru fleiri smáir miðflokkar valdir inn í tjóðartingið, men fyribils er ógreitt, hvønn teir vilja stuðla.

/ritzau/AFP

 


 

 

Flokkurin hjá Alberto Nunez Feijoos, PP, fekk flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum í Spania, men kann ikki skipa meiriluta sum er – heldur ikki við flokkinum Vox. - Foto: Juan Medina/Reuters