Konservativ í Missouri skerja rættin til fosturtøku

Við 109 atkvøðum fyri og 46 ímóti telist Missouri eisini millum statirnar í USA, sum skerja fría fosturtøku.

Missouri er av seinastu konstervativu statunum í USA, sum í gjár samtykti at gera tað nógv truplari hjá kvinnum at fáa fosturtøku. Tað hendir við 109 atkvøðum ímóti 46 í kongressini í statinum.

Missouri, sum verður stjórnaður av Republikanska flokkinum, ger harvið sum aðrir statir, ið seinastu mánaðirnar eru farnir í hernað ímóti rættinum til fría fosturtøku.

Rætturin er annars fastlæstur í eini niðustrøðu frá Hægsarætti í 1973.

Rætturin staðfesti tá, at tað er hin einstaka kvinnan, sum hevur rættin til fosturtøku. Tað er ikki ein rættur, sum statir og stovnar kunnu yvirtaka ella frátaka.

Við avgerðini hjá kongressini í Missouri verður tað guvernørurin í statinum, Mike Parson, sum skal geva endaligu góðkenningina. Tað verður tí mett sum sikkurt, at hann fer at skriva undir nýggju lógina, skrivar tíðindastovan Dpa.

Lógin merkir, at fosturtøka ikki er loyvd eftir átta vikur viðgongutíð. Læknar kunnu revsast upp til 15 ár, um teir fremja fosturtøku.

Staturin Alabama er farin eitt sindur longri enn aðrir. Har samtykti ein meirilui av konservativu lóggevarunum fyrr í vikuni eina avmarking, sum í veruleikanum tekur av rættin til fosturtøku. Her skrivaði guvernrurin straks undir.

Avgerðin í Alabama fer at forða fosturtøku, so skjótt sum hjartaljóðið frá fostrinum kann sporast. Hon bannar fosturtøku eftir neyðtøku ella blóðskemd. Bert í heilt serligum føri, har lívið hjá kvinnuni er í vanda, kann ein lækni taka fostrið.

Rætturin til fosturtøku er framvegis til á samveldisstigi. Tí verður roknað við, at avmarkingarnar í konservativu statunum verða kærdar til dómstólarnar.

Men viðmerkjarar halda, at teir konservativu statirnir royna at fáa málini trýst heilt upp í hægstarætt.

Her er konservativur meiriluti, eftir at Donald Trump hevur peikað út tveir ógvuliga konservativar dómarar, Neil Gorsuch og Brett Kavanaugh. Hægstirættur hevur níggju dómarar.

Dentur skal leggjast á, at um hægstirættur vrakar avgerðina, »Roe versus Wade«, sum fosturtøkuavgerðin frá 1973 verður nevnd, so merkir tað ikki, at rætturin til fosturtøku fellur burtur í øllum USA.

Liberalir statir sum Kalifornia og New York fara í sínum egnu lóggávum at halda fast um rættin til fosturtøku.

 

/ritzau/