Konsertrøð byrjar


 

Týsdagin 11. september klokkan 19.30 verður tann fyrsta konsertin í Orfeus røðini, sum verður komandi vetur. Tann fyrsta konsertin er í skúlanum í Trongisvági.

Mikudagin 12. september somuleiðis klokkan 19.30 verður næsta konsertin í Orfeus røðini. Henda konsertin er í Norðurlandahúsinum í Havn.

Skráin fyri báðar konsertirnar er hin sama. Tónleikararnir er tey bæði Guðrún Jóhanna Ólafsdóttir, sum spælir mezzosopran, og Víkingur Heiðar Ólafsson, ið spælir klaver. Tey eru bæði úr Íslandi.

Tey fara at framføra verk eftir Sigfus Einarsson, Jón Ásgeirsson, Sigfús Halldórsson, Maurice Ravel, Hector Berlioz, Ludvig van Beethoven, írskt tjóðarlag, Richard Hageman, Grace Williams, Frederic Chopin, Georges Bizet, Giacomo Puccini og Giachino Rossini.

Atgongumerkini til konsertirnar kosta 80 krónur. Eisini ber til at ogna sær atgonguprógv til allar konsertirnar fyri 275 krónur.