Konsertir við Tarira Í Vestmanna og í Havn

Konsertir við Tarira Í Vestmanna og í HavnSjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutrampat hoyra, tá Tarira bjóðar til kirkjukonsertir.

Sjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutrampat hoyra, tá Tarira undir leiðslu av Kára Bæk hevur kirkjukonsert íVestmanna kirkju leygardagin 29. nov. kl.16 og í Vesturkirkjuni í Havnmikukvøldið 3. des. kl.20.

 

-Harafturímóti er takksemið á skránni við tøkk fyri ljósið og fyri sjálvavónina um, at ljósið vendir aftur, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi í dag.

 

Skráin er sett saman av modernaðum kórtónleiki og samtíðarkórtónleiki, umframt at Christina Andersen tekur lut sum gestatónleikari - hon fer at spæla saxofon og fagot á konsertini. Tað er kórleiðarin, Kári Bæk, sum eisini er tónaskald, ið hevur skrivað stóran part av tilfarinum, ið kórið hevur vant hetta seinasta tíðarskeiðið. Kórið framførir eitt nú dramatiska kórverkið hjá Kára Bæk, In principio erat verbum.

 

Sjálvt um jólasangir ikki fylla tað stóra í skránni so verður tó jólahugni í nøkrum av verkunum, meðan bardagin millum ljósi og myrki er gjøgnumgangandi tema hjá Tarira kórinum til hesar konsertir.