Konsertir við útlendskari vitjan

Eivør Pálsdóttir quartett við Paul Zauner & John Purcell.

Havnar Jazzfelag og Norðurlandahúsið hava í ár saman fyrireikað 6 konsertferðir í Føroyum við ?utlendskum solistum í samanspæli við føroyskar bólkar. Samstarv er við feløg kring landið, so sum Grót í Gøtu og Høganes í Runavík og bygdahús ymsastaðni.

Í mars verða 4 konsertir við vitjan úr Eysturíki. Tað er ein

trombonspælari og ein saxofonspælari, sum vitja. Samstarvið er komið í lag í sambandi við luttøku hjá Tutl á MIDEM í januar. Talan er um eitt slag av samarbeiði, har føroyskar jazzbólkar eisini kunnu fáa samband við

konsertstøð í Eysturríki í framtíðini.

Móttøkubólkurin hesaferð er Eivør Pálsdóttir Kvartett, sum hevur ment seg serstakliga væl í seinastuni - bólkurin spælir alment fleiri ferðir um vikuna:

Eivør Pállsdóttir, sang, Búi Dam, gittar,

Mikael Blak, kontrabass, Brandur Jacobsen, trummur.

Vitjandi: Paul Zauner, trombon og John Purcell, saxofon

SKRÁ:

Hóskv. 23/3 kl 21:00 Cleopatra (Havn)

Fríggjakv. 24/3 kl 21:00 Nólsoy

Leygarkv. 25/3 kl 21:00 Grót (Losjan í Gøtu)

Sunnudag 26/3 kl 16:00 í Norðurlandahúsinum

Seinni í ár koma solistar úr Sámalandi, Finnlandi, Danmark og Svøríki at vitja í Føroyum.