Konsertir við Teiti, DR PigeKor, Aldubáruni og Tariru

Nýggj verk verða frumframførd tann 16. okt. í Norðurlandahúsinum og í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn tann 3. nov.

 

Tað er Teitur Lassen, ið hevur skrivað “Weekdays”, og støðið undir verkinum eru teir sjey vikudagarnir. Verkið er fyri kór og orkestur og er í sjey pørtum. Íblásturin til tónaverkið hevur fram um alt verið einfeldnið og hugtøkan av tí minimala. Verkið verður framført í samstarvi við DR PigeKor, føroyska kórið Tariru og tónleikabólkin Aldubáruna. Teitur er kendur sum songskald við serligari dygd, og hansara sangir kennast um somu tíð bæði viðkvæmir og sterkir. Sangirnir festa seg í hugan, tí teir bæði skaldsliga og ljómliga standa sterkir. Vit síggja nú nýggjar og dyggar síður av stóru tónlistargávunum hjá Teiti. Áhuga fyri teimum klassisku ljóðførunum hevur Teitur havt leingi, men tað hava verið onnur tónaskøld, sum hava staðið fyri útsetingini av tónaverkunum hjá honum. Nú er tað Teitur sjálvur, sum hevur skrivað alt nótaritið.

 

Tað er eitt brot úr amerikanska skaldaverkinum Freedom eftir Jonathan Franzen, sum er tekstliga støðið undir verkinum "Nice Man's Anger", sum Tarira syngur. Ein av høvuðspersónunum, tann fitti Walter, er tilvitin um umhvørvið og sera góðviljaður, men mitt úti á motorvegnum flýgur illsinnið í hann. Tær ymsu kórrøddirnar hava leiklutin sum ávikavist ytra og innara frásøgufólk. Hetta verður flættað saman við beinleiðis talu næstan sum í einum songleiki, og samstundis sum bæði frásøgnin og tónleikurin eru merkt av álvara, er verkið á tremur við skemti.

 

DR PigeKor kemur á konsertferð til Føroya í heyst. Kórið hevur áður framført saman við Teiti, og í hesum sambandi verður konsertskráin økt við meira tónleiki.

 

 

Tarira verður stjórnað av Sunleif Rasmussen. Hann man vera best kendur sum tónaskaldið, sum setti føroyskan samtíðartónleik á klassiska heimskortið, tá ið hann skrivaði fyrstu føroysku symfoniina. Hann hevur skrivað verkið "Jordpigernes drøm” fyri kór og percussion til DR PigeKor. Støðið er brot úr skaldsøguni Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen.

 

Tað er listakvinnan Marianna Mørkøre, ið hevur myndað konsertbúmerki og myndir.

Tað ber til at hoyra konsertina Weekdays í konserthúsinum hjá DR hósdagin 3. november kl. 19.30. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo <http://www.nlh.fo/> og heimasíðuni hjá Konserthuset www.dr.dk/konserthuset <http://www.dr.dk/konserthuset>