Kamarkórið Audite varð stovnað fyri 20 árum síðani. Kórið er sera virkið og heldur nógvar konsertir, har høvuðsdenturin sum oftast er kirkjuligur tónleikur, bæði a cappela men eisini sum størri verk við fylgispæli og professionellum solistum. Kórið verður stjórnað av Adam Faber.
Skráin tey fara at framføra í Føroyum, verður ein blanding av kirkjuligum og verðsligum tónleiki.
Konsertir hjá Audite í Føroyum:
Listasavnið, Tórshavn Týsdag 27-06-2006. Kl. 20.00
Christianskirkjan, Klaksvík Hósdag 29-06-2006 Kl. 19.00
Fuglafjørður Fríggjadag 30-06-2006 Kl. 16.00
Fuglafjarðar kirkja Fríggjadag 30-06-2006 Kl. 20.00
Dómkirkjan, Tórshavn. Matinékonsert Leygardag 01-07-2006 Kl. 11.30