Konsertirnar hjá Tórshavnar Kamarkóri í Gøtu Kirkju í kvøld og á Skipasmiðjuni í Havn leygardagin, eru útsettar.
Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum sigur, at serligar umstøður hjá einum av berandi sangkreftunum í kórinum gera, at tað er neyðugt at útseta konsertirnar.
Enn er ikki greitt, nær tær verða, men tað verður lýst seinni









