Pink í Herning
Amerikanska songkvinnan Pink hevur verið ein profilur á hitlistunum seinastu árini. Hon hevur sent eitt hitt fyri og annað eftir út á marknaðin, og hon telist millum eisini millum tær dugnaligu, tá ið tað kemur til live-framførslur. 30. mai fer Pink á pallin í Jyske Bank Boxen í Herning.
John Grant í Reykjavík
Fyrsta konsertin á nýggjari konsertferð hjá amerikanska tónleikaranum John Grant verður í stórslignu Harpuni í Reykjavík 16. mars . John Grant, sum er búsitandi í Reykjavík, hevur gjørt nýggja fløgu, sum kemur út 11. mars, og hann fer at framføra sangir av hesi útgávuni og av fyrru fløguni hjá sær.
Mark Knofler í Barcelona
Skotski tónleikarin Mark Knofler verður roknaður sum ein av dugnaligastu rockgittarspælunum yvirhøvur, og harafturat dugir hann eisini framúr væl at skriva sangir. Bæði sum oddamaður í Dire Straits og sum solistur hevur hann skrivað nógvar góðar og kendar sangir. 25. juli ber til at hoyra hann spæla live í Barcelona, og Atlantic flýgur beinleiðis millum Føroyar og spanska sólbýin.
Sting í Tivoli
Bretska superstjørnan Sting hevur verið virkin sum tónleikari í 35 ár. Hann hevur sum solistur og partur av bólkinum The Police selt einar 100 milliónir fløgur. Hann hevur sungið sangir um Every Breath You Take, Englishman In New York og Message In A Bottle, og teir verða uttan iva at hoyra í Tivoli í Keypmannahavn 13. juli.
Grand Prix í Malmø
Tað er stuttur teinur úr Keypmannahavn til Malmø, og í mai ber til at uppliva stóru Eurovision kappingina í Oyrasundsøkinum. 14. og 16. mai verða hálvfinalur, og leygarkvøldið 18. mai verður stóra finalan í Grand Prixnum.
Pet Shop Boys í Keypmannahavn
Enski poppbólkurin Pet Shop Boys fer í næstum á konsertferð aftur. Teir hava fyri kortum givið nýggjan tónleik út, og í skjáttuni hava teir eisini hittsangir frá tíðarskeiðnum frá miðskeiðis í 1980’unum, tá ið teir fingu gjøgnumbrot við West End Girls og fram til dagin í dag. Sunnukvøldið 9. juni hava teir konsert í Falconer-salinum í Keypmannahavn.
Bon Jovi í Milano
29. juni fer Atlantsflog á fyrstu ferðina til italska stórbýin Milano. Sama kvøld hevur amerikanski rockbólkurin Bon Jovi konsert á San Siro leikvøllinum í býnum . Bon Jovi gevur í næstum nýggja fløgu og verður á konsertferð stóran part av hesum árinum.
Rihanna í Bergen
Songkvinnan, sum er ættað av Barbados, hevur seinnu árini verið eitt av heilt stóru nøvnunum í altjóða popptónleiki, og í juli mánaði vitjar hon í Bergen – av øllum støðum. Konsert verður í tí, tey kalla Festningen fríggjakvøldið 26. juli.