Longu fríggjakvøldið kl. 20 verður ein kirkjukonsert við kamarkórinum Audite.
Sunnudagin verða tvær konsertir. Tann fyrra verður kl. 15 í kirkjuni. Hetta er ein orgulkonsert við vældámda føroyska organistinum í Danmark, Jóannes Nolsøe.
Seinna konsertin verður í Mentanarhúsinum. Hetta er sjálv Varmakeldu-konsertin, har fuglfirðingurin í útlegd, Stanley Samuelsen kemur at syngja og spæla, saman við Magna Christiansen.
Eftir hesa konsertina verður ein málningauppboðssøla á sama staði.










