Í morgin, sunnudadagin, hevur kórið, Aurora Borealis, tvær konsertir í Eysturoy.
Fyrra konsertin verður í Sjóvar kirkju á Strondum klokkan 16 og seinna konsertin verður í kirkjuni í Oyndafirði klokkan 18.
Á konsertunum fara tey at syngja føroyskar sálmar og sangir, umframt norðurlendskar sangir og so hava tey eisini okkurt nýtt á skrá.
Aurora Borealis hevur annars haft ein steðg, men í heyst fóru tey aftur at syngja, sigur kórleiðarin, Ólavur Jøkladal.
Kórið er mannað við sangarum úr Eysturoy og úr Havn.









