Konsertin við Ernie Haas er flutt

Konsertin við Ernie Haas og The Signature Sound verður í Kelduni í Skálabotni Ætlaða konsertin við Gaither-bólkinum ?Ernie Haase & The Signature Sound? verður nú flutt til størri hølir.

 

Undirtøkan fyri konsertini, sum er sett at verða týskvøldið 16. februar kl. 20, hevur verið framúr góð, og longu ein mánaða undan ætlaðu konsertini noyddust fyrireikarnir at steðga forsøluni - tí útselt var.

 

Upprunaliga skuldi konsertin vera í nýggja salinum, Nebo á Toftum, men konsertin verður nú flutt í Kelduna í Skálabotni, so tað býðst høvið hjá fleiri føroyingum at sleppa at hoyra Ernie Haase And The Signature Sound.

 

Konsertin verður í Kelduni í Skálabotni 16. februar kl. 20:00. Tey, sum longu hava keypt atgongumerki skulu ikki broyta nakað sum helst - og tey, sum hava skrivað seg á bíðilista fáa boð umvegis teldupost, um hvussu tey skulu fyrihalda seg.

 

Forsølan verður so tikin uppaftur hósdagin 28.01.10 - keypast kann á heimasíðuni www.GJAMMA.com, á www.ebillett.fo, á ferðaskrivstovuni Faroe Travel í Tórshavn ella við at ringja til 742181.