Konsertin verður sum ætlað

The Dreams, Boys in a Band og Marius spæla í kvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Kaj Johannesen úr FUT, sigur við planet.fo, at hann hevur hoyrt, at søgur ganga um, at konsertin er avlýst, men hetta er ikki so. - Konsertin verður sum ætla, og vit rokna við, at hon verður ordiliga góð, sigur Kaj Johannesen, ið vegna FUT skipar fyri konsertini saman við bólkunum.

 

Á konsertini verður høvið at hoyra 3 av okkara fremstu tónleikabólkum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

The Dreams verða flognir heim við Atlantic Airways til kvøldið í Mentanarhúsinun, har teir fara at spæla upp til orkumikla punk konsert.

 

Stjørnuskotini í Boys In A Band, ið júst hava otað seg upp á ovastu rók á 15 teim bestu, fara somuleiðis at framføra teirra sannførandi kovboy rock, ið á planet awards gjørdi bólkin til besta nýggja bólk í Føroyum.

 

Garvaðu garparnir og GBOB vinnarnarnir í 2005, Marius, hava spælt tað stóra seinastu tíðina. Men fara í kvøld at borðreiða við sínum eyðkenda, sveimandi, progressiva popp/rokki.

 

Áðrenn, millum og aftaná framførslurnar leggur DJ Knýtil eitt eksplosivt úrval av lurti- og dansivinarligum tónleiki undir geiðslan.

 

Bussar koyra til tiltakið, og mælt verður til at áhugaði ringja í góðari tíð.

Havn tlf nr: 595959

Klaksvík og Eysturoy tlf nr: 505220