Konserthøll í Havn verður uppkallað eftir tónleika-legendu

Fleiri uppskot komu inn, men nú er vinnarin funnin

Tað er nú greitt, at konserthøllin í nýggja Musikkskúlanum í Havn skal eita Hátún. Tað er úrslitið eftir at lýst varð til hugskotskapping um nýggja musikkskúlan.

Tórshavnar Býráð sigur, at ein rúgva av uppskotum komu inn, og nú er støða tikin til  tey. Og niðurstøðan er, at skúlin framhaldandi skal eita Tórshavnar Musikkskúli og somuleiðis skal hann varðveita búmerkið.

Men so er eisini gjørt av, at konserthøllin í skúlanum fær navnið Hátún, og tað er sjálvsagt eftir tónleika-legenduni, Ólavi Hátún, sála.

Síðani hevur lutakast verið ímillum tey, sum seks, sum høvdu skotið upp at kalla høllina Hátún. Vinningurin er 5.000 krónur, og vinnarin er Kai Vágfjall.