Týr spælir enn 24 konsertir saman við omanfyri nevndu bólkum, men leggja sjálvir fyri og enda somuleiðis konsertferðina við konsertum har einans Týr spælir.
Fyrsta konsertin er í kvøld, hon er á the Pagan & Viking Festival í Het Kasteel, Alphen a/d Rijn. Í annað kvøld spælir Týr í Club Hagalaz í Elterlein í Týsklandi, síðan verður farið til Póland at spæla á einum Open-air knighthood Gathering í Byczyna sunnukvøldið og mánakvøldið í Club Kontrasty í Szczecin í Pólandi.
Konsertferðirnar eru partar av sølufremjandi átakinum í sambandi við, at Týr gevur út fløguna Ragnarok 22. september. Í sambandi við útgávuna, fer Týr at spæla eina útgávukonsert í Danmark. Hetta verður tá konsertferðin saman við finska og týsku bólkunum er av. Hetta verður 4. oktober á The Rock í Keypmannahavn.